UEFA Nations League, deild C, bólkur 4
Klokkan 17.00 á Republica leikvøllinum í Jerevan. Beinleiðis á FM1 og í KvF-sjónvarpi
Armenia – Føroyar
Stórur spenningur er í føroyska fótbóltsheiminum undan dagsins manslandsdysti í fótbólti niðri í Jerevan í Armenia klokkan fimm seinnapartin.
Hetta er fyrsti dystir hjá fyribils landsliðsvenjaranum Eyðuni Klakkstein, og Føroyar skulu helst hava stig og best við trimum fyri at sleppa undan niðurflyting til deild D í Nations League.
Eyðun Klakkstein hevur gjørt ymiskar broytingar í hópinum, um vit samanbera við seinastu hóparnar, sum Håkan Ericson tók út. Stóra bumban var, at Jóan Símun Edmundsson ikki er við hesaferð, meðan leikarar sum Páll Klettskarð og Hallur Hansson eru við aftur. Eisini eru ungu leikararnir Ási Dam og Poul Kalsberg úttiknir fyri fyrstu ferð.
Alt bendir eisini á nakrar broytingar í spælskipanini, og Føroyar fara helst at spæla við fimm leikarum í verjuni.
Einasta ivamálið til dystin í kvøld er Hallur Hansson, sum helst verður spardur til dystin móti Norðurmakedonia sunnudagin.
Gitt verður, at hesir ellivu byrjað á vøllinum:
Málverji:
Teitur Gestsson
Í verjjuni:
Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen
Á miðvøllinum:
Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Brandur Hendriksson og Adrian Justinussen
Í álopinum:
Meinhard Olsen ella Páll Klettskarð.
Føroyar eru í løtuni niðast í bólki C4 við trimum stigum, men tað er stutt upp til Armenia og Litava, sum hava fýra stig, áðrenn tvey tey seinastu dystarumførini verða spæld komandi dagarnar.
Aftasta landið flytir beinleiðis niður i deild D í Nations League, meðan næstaftasta landið skal spæla fleiri dystir í vár, fyri at vera verandi í deild C. Megna Føroyar at spæla seg upp á annað plássið, skal spælast um uppflyting til deild B.
Stigatalva í bólki 4 í deild C í Nations League
Dystir | Sigrar | Javnt | Ósigrar | Mál | Stig | ||
Norðurmakedonia | 4 | 3 | 1 | 0 | 8 – 1 | 10 | |
Armenia | 4 | 1 | 1 | 2 | 6 – 7 | 4 | |
Litava | 4 | 1 | 1 | 2 | 3 – 8 | 4 | |
Føroyar | 4 | 0 | 3 | 1 | 4 – 5 | 3 |
Mynd: Fótbóltssambandi