Landsliðsleikari til NSÍ

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

NSÍ boðar í kvøld frá einari av teimum stóru leikaraflytingunum, síðan landskappingini endaði. NSÍ hevur nevniliga gjørt tvey ára sáttmála við landsliðsleikaran, Jann Benjaminsen. Hann kemur harvið aftur til barndómsfelagið, eftir at hava spælt við norska felagnum IL Hødd í tvey ár og við B36 í tvey ár.

27 ára gamli Jann Benjaminsen hevur seinastu tvey árini í B36 ment til ein av fremstu føroysku leikarum, og hevur vunnið sær fast pláss í landsliðshópinum. Hann spældi allan dystin, tá ið Føroyar í vikuskiftinum taptu 1-0 móti Norðurmakedonia.

Jann Benjaminsen hevur spælt 154 dystir í bestu deildini í Føroyum og skotið 17 mál.