Málmaðurin hjá Millwall og Motenegro doyði í morgun. Matija Šarkić var føddur 23. juli 1997 í Onglandi, men valdi at umboða Montenegro í landsliðshøpi. Mamman er ensk og pápin er úr Montenegro.
Šarkić hevur just havt eitt framúr gott kappingarár í næstbestu ensku deildini og tað eru bara tíggju dagar síðani, at Matija Šarkić umboðaði Montenegro í einum venjingardysti ímóti Belgia og okkurt týddi uppá, at hann skuldi eiga plássið í nógv ár framyvir. Hóast Montenegro tapti 0-2 fyri Belgia 5. juni 2024, so varð hann valdur til besta leikara í dystinum, tá hann togaði 9 bjargingar úr ermuni.
Miðlar í Montenegro skriva, at Matija Šarkić doyði í íbúðini í Budva kl. 6.30 í morgun, tá ið hann brádliga sakk saman og small niður á gólvi. Vinirnir tilkallaðu ein sjúkrabil, men har var onki at gera. Šarkić doyði bert 26 ára gamal.