Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í komandi mánað skal spæla tveir altjóða FIFA-skrásettar landsdystir.
Manslandsliðið skal taka lut í Baltic Cup 2024, ið er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bodnar við.
Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. og 4. plássið á skránni. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Í Tallinn í Estlandi spæla Estland og Føroyar, og í Riga í Lettland møtast Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða týsdagin 11. juni.
Hóast hetta er fyrstu ferð, at A-landsliðið við monnum er boðið við til Baltic Cup, er talan kortini ikki um eina ókenda kapping fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Kvinnulandsliðið hevur í fleiri umførum tikið lut í Baltic Cup, og harafturat hava nøkur av okkara ungdómslandsliðum við gentum eisini luttikið.
Men hvørjir verða so teir, ið skulu umboða føroyska A-landsliðið við monnum í Baltic Cup 2024. Tað fer landsliðsvenjarin, Håkan Ericson at kunngera á tíðindafundi, sum verður í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 27. mai klokkan 10.
Onkur nýggj nøvn vera í hópinum
– Tað er ein møguleiki fyri, at onkur spælari, sum vit ikki áður hava sæð á landsliðnum, verður at síggja á landsliðnum hesa ferð.
Tað sigur hjálparvenjarin á føroyska landsliðnum, Eli Hentze, í samrøðu við FM1.
Undan landsliðsúttøkuni er greitt, at fleiri av landsliðsspælarunum eru langtíðarskaddir. Ari Mohr Jónsson verður ikki at síggja á vøllinum í ár, og so eru spælarar sum Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø eisini langtíðarskaddir. Hørður Askham hevur drigist við skaða, og tað hevur Mattias Lamhauge eisini. Herfyri gjørdist eisini greitt, at Jákup B. Andreasen ikki spælir komandi fimm mánaðirnar vegna beinbrot, og tað ger Andrass Johansen heldur ikki komandi tríggjar mánaðirnar vegna eitt brot í høgra fóti. Aðrir landsliðsspælarar hava eisini smáar skaðar at dragast við, men um tað ger seg galdandi til landsliðsúttøkuna fáa vit at síggja mánadagin.
Tíðindafundurin og ymiskt annað í samband við landsliðsúttøkuna verður at hoyra beinleiðis her á FM1, og eisini verður møguleika at fylgja við á Rás 1 í Televarpinum.
Næst eftir Baltic Cup er UEFA Nations League, sum er á skránni í heyst. Føroyar eru í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia. Dystirnir vera spældir í september, oktober og í november mánað.