Tú lurtar eftir

Landsliðsvenjarin: Burdu vart betur og skotið fleiri mál

14.11.2025

Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein aftaná áttanda og seinasta HM-undankappingardystin á hesum sinni, ið endaði við einum 1-3 tapi fyri krútsterka kroatiska landsliðnum. Eyðun iðrar seg um onkrar støður í verjuni, ið førdu til mál hjá Kroatia, og so heldur hann avgjørt, at Føroyar burdu skotið fleiri mál. Við eitt sindur meira av neyvleika í báðum endum var javnleikur 2-2 í kvøld. Mynd: Sverri Egholm.

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Fótbóltur samrøður (ljóð)

Allar sendingar í røðini