

Landsliðsvenjarin fegnast serliga um verjuspælið
04.03.2026Aftaná 25-21 EM-undankappingarsigurin á Portugal í høllini við Tjarnir fekk Pætur Nolsøe orðið á landsliðsvenjarin, Claus Mogensen. Claus fegnast um sigurin, og serliga um verjuspælið og málmansavrikið. Hann staðfestir ein sera javnan undankappingarbólk, har Montenegro, Føroyar, Ísland og Portugal øll hava fingið stig, og hava mist stig.















