

Landsliðsvenjarin: Grundin til góðu úrslitini var løgd í november í fjør
12.10.2025Í samrøðu við Petur Asbjørn Lervig staðfesti Eyðun Klakstein, at góðu úrslitini og góðu avrikini í hesari undankappingini eru tryggjaði av tí arbeiðnum og málsetningin, ið hann og Atli Gregersen og allur landsliðshópurin løgdu grundina til í november í fjør. Góða og sterka verjuspælið, har Føroyar bert hava latið seks mál inn í sjey dystum er fyrsta orsøkin til góðu gongdina. Eyðun undirstrikar eisini, at Føroyar hava ein sterkan hóp, har nógvir eru um boðið um tey ymisku plássini á liðnum. MYND: Sverri Egholm.
