Landsliðsvenjarin: – Vit prógva okkara dygdir við enn einum stigi á útivølli
08.11.2026Aftaná javnleikin 34-34 og eitt tryggjað stig móti Montenegro í Podgorica fekk Pætur Nolsøe landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff-Larsen at seta orð á dystin. Landsliðsvenjarin heldur, at sum dystargongdin gjørdist, so er hann nøgdur við, at Føroyar koma úr Montenegro við einum stigi. Hann heldur, at leikararnir aftur prógva sínar dygdir við enn einum stigi á útivølli. Tað legði sambært Peter Bredsdorff-Larsen eyka trýst á, at Ísak Vedelsbøl fattaðist í verjuni. Harumframt spældi Montenegro ein góðan dyst. Staðfestir landsliðsvenjarin.
Hondbóltur (ljóð)
FM1 sigur frá heimligu hondbóltskappingini eins og vit eisini fylgja við føroyskum spælarum uttanlands