Landssjúkrahúsið styrkir fráboðanarskipanina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landssjúkrahúsið fer at styrkja fráboðanarskipanina, so at starvsfólk kunnu boða frá sexismu, happing og øðrum trupulleikum á arbeiðsplássinum. Á heimasíðuni sigur leiðslan á Landssjúkrahúsinum, at trivnaðurin hevur høga raðfesting, og leiðslan góðtekur á ongan hátt sexismu.

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, leggur dent á, at tørvur er á einari betri fráboðanarskipan, og at nýggja skipanin skal laga seg eftir tørvinum hjá starvsfólkum. Nýggja skipanin verður víðkað við einari varskógvaraskipan, har starvsfólk ónevnd kunnu samskifta við Starvsfólkadeildina.

Tað er týdningarmikið, at øll starvsfólk kenna seg trygg, sigur leiðslan, og øll mál um óhóskandi atburð verða viðgjørd eftir galdandi reglum.

Hóast miðlaumrøðan hevur verið týðandi, er hon ikki altíð røtt. Steinar Eirikstoft heldur fast við, at leiðslan tekur slík mál í størsta álvara, og starvsfólk kunnu hava álit á, at Landssjúkrahúsið ger tað, sum krevst fyri at tryggja trivnaðin hjá øllum.