Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ætlar nú, at luksus el-bilar longu í næsta ár skulu rinda avgjald fyri tann partin av CIF-virðinum, sum fer upp um 200.000 krónur.
CIF-virðið er samlaða virðið á einari vøru umframt flutning og trygging av vøruni.
Í løtuni eru el-bilar avgjaldsfríir til og við 31. Desember í 2024, og frá 1. Januar í 2025 skulu hesi akførini rinda eitt stigvíst hækkandi avgjald, sum í 2028 og frameftir er 30 prosent av avgjaldsskylduga virðinum upp til 100.000 krónur, og 45 prosent av avgjaldsskyldiga virðinum oman fyri 100.000 krónur.
Men við uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum skulu dýrir persónbilar, sum nýta el ella vetni til framdrift, longu 1. Januar í 2024 rinda eitt virðisgjald á 45 prosent av tí partinum av CIF-virðinum, sum fer upp um 200.000 krónur.
Endamálið við uppskotinum er at leggja avgjald á dýrar el- og vetnisbilar – ella luksusbilar, sum tað eisini stendur – fyrr enn ætlað, sigur Fíggjarmálaráðið.