Landsstýrið fer at luttaka á komandi Nato-toppfundi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í einum grein 52-fyrispurningi vildi Jenis av Rana, løgtingsmaður í Miðflokkinum, hava at vita frá løgmanni, hvussu langt ætlanir eru komnar um at senda ein føroyskan “ministara”, soleiðis sum løgmaður málbar seg í útvarpinum herfyri, saman við danska uttanríkisráðharran á Nato-toppfundir.

Í dag svarar løgmaður upp á fyrispurningin, har Aksel V. Johannes sigur, at Landsstýrið hevur í fleiri umførum sett fram ynski um at taka lut á viðkomandi Nato fundum, tá ið mál og viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri Føroyar, eru á skrá.

– Seinast hetta varð ført fram var á samstarvsráðsfundinum í Nuuk herfyri. Í samsvari við, at NATO í størri mun enn fyrr hevur strategiskt fokus á Norðurhøv, hevur tað týdning, at Føroyar taka virknan lut í teimum tilgongdum, ætlanum og avgerðum, sum kunnu ávirka trygdar- og verjupolitisku gongdina um okkara leiðir, sigur løgmaður millum annað í aftursvarinum.

Eisini vildi Jenis av Rana hava at vita, hvør í landsstýrinum fer avstað til komandi Nato-toppfund í Vilnius fyrst í juli mánaði.

Aksel V. Johannesen svarar, at til hetta slag av fundum, so verða tað ávikavist løgmaður sjálvur og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, sum fara at taka lut og umboða Føroyar á Nato-fundinum.

Í triðja føri vildi tingmaðurin fyri Miðflokkin hava svar upp á, um hetta – við at senda “ein ministara” avstað til toppfundin – ikki var at javnseta føroyskar “ministara” við donsk embætisfólk, og um hetta ikki eitt nú átti at leggjast fyri Uttanlandsnevndina til ráðførðslu og/ella fyri Løgtingið.

Løgmaður svarar, at hesin spurningur hevur ikki umrøddur, og at hetta kemst av, at ítøkiliga málið um føroyska luttøku ikki er liðugt viðgjørt enn.

Nato-toppfundurin í Vilnius í Litava verður í døgunum frá 11-12 juli.