Landsstýrið fer at ráðføra seg við uttanlandsnevndina

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar, sum eru av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum. Tað sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen, í svari til fyrispurning frá løgtingsmanninum Bárði á Steig Nielsen.

Í svarinum vísir løgmaður á, at hóast stýrisskipanarlógin krevur ráðførslu, er ikki talan um samráðingar enn. Tí er heldur eingin ráðførsla framd.

Higartil hevur landsstýrið bara í sambandi við ríkis- og samstarvsráðsfundin í Føroyum í juni boðað donsku stjórnini frá, at fimm av seks flokkum ynskja eina nýggja skipan við sjálvstøðugum uttanríkispolitikki.

Málið um at taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum er sostatt ikki komið hagar enn, at lógin verður tikin í brúk. Løgmaður sigur tó greitt, at tað fer sjálvsagt at verða gjørt, tá ið samráðingarnar byrja.