Fyri kortum heitti Kommunufelag Føroya á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, um at endurskoða skipanina við jarðhitaboringum. Hetta eftir at fleiri kommunur vóru givnar at lata boriloyvi, tí at ónøgd var millum annað um dálking frá boristøvi.
Landsstýriskvinnan í orku- og umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, setti tí ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk at gera tilmæli til møguligar tillagingar í skipanina við jarðhitaboringum.
Arbeiðsbólkurin varð mannaður við umboðum fyri Kommunufelagið, Vinnuhúsið, Umhvørvisstovuna og Umhvørvismálaráðið.
Arbeiðsbólkurin hevur latið frágreiðing við tilmælum av hondum. Tilmælini kunnu í høvuðsheitum flokkast í fýra bólkar:
- Nýggjar mannagongdir skulu tryggja, at boristøv ikki verður leitt út í nærumhvørvið
- Teknisk krøv skulu verja av grundvatn í sambandi við boringar
- Drekkivatnsøki skulu skrásetast betur, so tey ikki verða ávirkað av jarðhitaboringum
- Jarðhitahol skulu skrásetast betur, soleiðis at vitanin kann nýtast frameftir
Landsstýriskvinnan fegnast um nýggju tilmælini. “Nú fara vit at seta hetta í verk sum skjótast, so vit kunnu tryggja, at grøna orkuskiftið kann halda áfram undir skipaðum kørmum”, sigur Ingilín D. Strøm.
Frágreiðing og tilmælið kunnu lesast her.