Landsstýrismaðurin havt fund við danska løgmálaráðharran

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, hevur í dag havt fund við danska løgmálaráðharran, Peter Hummelgaard.

Peter Hummelgaard hevði bjóðað landsstýrismanninum á fund í sambandi við nýggju politisku fleiráraavtaluna, ið skal gerast fyri dómstólarnar.

– Eg fegnist um ein góðan fund, og at Peter Hummelgaard er sinnaður at gera sítt til, at føroysku ynskini verða gingin á møti, sigur landsstýrismaðurin við heimasíðuna hjá løgmálaráðnum aftan á fundin í dag.

Á fundinum gjørdi Bjarni Kárason Petersen millum annað vart við, hvussu stóran týdning tað hevur, at viðurskiftini hjá Føroya Rætti eru tey somu sum hjá øðrum donskum dómstólum.

Á fundinum varð eisini komið inn á tilgongdina við at byggja eitt nýtt fongsul í Føroyum, umframt viðurskiftini hjá føroyskum innsettum í Mjørkadali og í Danmark.

Kelda: Løgmálaráðið