Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2023.
Skipanin er broytt sammett við árið í fjør, og útróðrarbátarnir fáa lutfalsliga fliri dagar, meðan línuskip fáa lutfalsliga færri dagar.
Ein onnur broyting er, at línuskip bara kunnu royna á Føroyabanka eftir hálvan august.
Fiskifør í bólki 3 fáa samanlagt 80 fiskidagar frá 15 august til 31. Desember, fiskifør í bólki 4 fáa samalagt 150 fiskidagar, meðan fiskifør í bólki 5 fáa samanlagt 100 dagar.
Fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 sleppa bara teir virknastu bátarnir á Bankan. Fyri at fáa loyvi, skal báturin hava avreitt fyri 500.000 krónur ella meira minst eitt av árunum 2020-2022 ella í tíðarskeiðnum 1. Januar til 1. Mei í ár.
Í fjør fiskaðu bátarnir undir 15 tons av felags fiksidøgum uttan avmarkingar. Í ár eru eisini felags fikidagar, men skipanin er broytt soleiðis, at eitt hámark verður sett fyri hvønn bátin.
Hámarkið fyri hvønn bátin verður sett við at býta dagatalið fyri bólkin, sum er 100, við talið á bátum í bólki 5, sum lúka treytirnar fyri fiskiskap á bankanum, og sum hava søkt um fiskiloyvi.
Í hoyringssvari til Fiskimálaráðið mótmælir Felagið Línuskip staðiliga, at dagar verða tiknir frá bólki 3 og latnir bólkunum 4 og 5. Felagið sigur, at í 2007/08 áttu skipini í bólki 3 heili 81 prosent av útlutaðu bankadøgunum, og ein av orsøkunum til hetta var, at línuskipini høvdu tá keypt munandi nøgdir av fiskidøgum frá útróðrarbátum í bólki 4.
-Tað er einki í fiskivinnulóggávuni, sum ger, at hesi rættindi hava øðrvísi juridiskan status enn onnur fiskirættindi hjá bólki 3. Tí gera vit vart við, at Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið eigur ikki at taka hesi rættindini frá teimum, sum nú eiga bankadagnarnar, sigur Felagið Línuskip.