Uttanlandsnevndin í Løgtinginum og landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, fara at viðgera samstarvið við Russland í dag. Fundur er settur á skrá at byrja klokkan 10.15.
Kringvarpið segði í gjárkvøldið, at samgongan er samd um, hvat landsstýrið skal gera og hevur skrivað eitt tilmæli um hetta, sum landsstýrismaðurin í dag fer at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um.
Umframt Høgna Hoydal, so luttaka løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eisini á fundinum.
Uttanlandsnevndin gevur landsstýrinum tilráðingar í uttanlandsspurningum sambært § 54 í Stýrisskipanarlógini, áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning, verða tiknar og gevur annars Løgtinginum tilmæli í útlendingamálum, øllum uttanlands- markna- og verjumálum, eisini um viðurskiftini við Danmark.
Innihaldið í ráðførslunum er í flestu førum loyniligt.
Uttanlandsnevndin fer væntandi at koma við sínum svari í komandi viku.
Skulu broytingar gerast í samband við russlandssamstarvið, so skal tað viðgerast og atkvøðast um hetta í Løgtinginum. Seinasti tingfundur áðrenn summarferiuna hevur verið, so tingið skal kallast saman skulu broytingar í samstarvinum við Russland fremjast.
Hesi manna uttanlandsnevndina: Bjarni Hammer, formaður, Bárður á Steig Nielsen, næstformaður, Liljan Weihe, Annika Olsen, Sólvit E Nolsø, Jacob Vestergaard og Jenis av Rana.