Landsverk brynjar seg móti oljudálking

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinastu mánaðirnar hevur olja á vegnum fleiri ferðir tarnað ferðsluni. Nú verður arbeitt við at gera nakað við trupulleikan.

Landsverk ætlar í næstum at keypa ein nýggjan vaskibil, sum serliga er gjørdur til at vaska olju burtur av vegum.

Bilurin verður útgjørdur við umhvørvisvinarligum vaskievni og kann eisini taka vatnið upp aftur, meðan hann ger reint. Tað sigur landsstýrismaðurin, Jóhan Christiansen, í svari til Hervør Pálsdóttur løgtingskvinnu, sum í skrivligum fyrispurningi spurdi um oljudálkingar á vegnum.

Eisini sigur, hann, at útreiðslurnar av uppruddingini fella fyrst á Landsverk, men at tann, sum elvir til oljudálkingina, skal síðan endurrinda Landsverki.

Løgreglan kannar vanligar dálkingartilburðir, og í summum førum kann tað enda við bót.

Orsøkirnar til oljudálking eru oftast mekanisk brek á vinnuakførum ella mannagjørd mistøk. Landsverk og sløkkiliðið seta altíð í verk skjót átøk fyri at basa dálkingini og tryggja ferðsluna.

Landsstýrismaðurin skiga, at fyri at fyribyrgja slíkum støðum er samstarv millum almennar myndugleikar og vinnu alneyðugt.