Jarðfeingi skal saman við Landsverki og ráðgevum gera eina frágreiðing, ið skal binda seg til endaligu linjuføringina í sambandi við ætlaða Gøtudalstunnilin, og harumframt verður arbeitt við at dagføra samferðsluætlanina fyri Føroyar.
Hetta sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til fyrispurning frá Helga Abrahamsen um, hvussu arbeiðið at fyrireika Gøtudalstunnilin og at gera jarðfrøðiligar kanningar gongur.
Dennis Holm sigur, at ætlanin hevur verið, at høvuðsferðslan til og frá Eysturoyartunlinum eysturoyarmegin skal fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum til økini norðan fyri Gøtueiði, og at Gøtudalstunnilin tí er ein týðandi liður í at knýta saman norðurøkið og miðøki.
Jarðfrøðiligar kanningar hava verið gjørdar á Varmakeldueiði og í grótbrotinum iman fyri Syðrugøtu, og Landsverk hevur arbeitt við tveimum møguligum tunnilslinjum frá Norðagøtu og eystureftir.
Onnur av teimum linjunum er 3,3 kilometrar, meðan hin er 3,5 kilometrar umframt vegagerð, og kostnaðurin liggur millum 420 og 460 milliónir krónur.
Sambært landsstýrismanninum sigur Landsverk, at Jarðfeingi hevur nú so mikið góða vitan um jarfrøðina har, at neyðugt er ikki at gera fleiri jarðfrøðiligar kanningar, og tí skal ein frágreiðing nú gerast, sum bindir seg til endaligu linjuføringina.
Dennis Holm ger eisini greitt, at eftir langtíðaríløguætlanini hjá undanfarnu samgongu fyri árini 2018-2030 verða 385 milliónir krónur játtaðar til ætlaða Gøtudalstunnilin millum 2027 og 2030.
-Sum tilskilað er Gøtudalstunnilin ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir miðøkið og norðurøkið saman, og eigur Gøtudalstunnilin at verða raðfestur, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.