Menningargrunnur Útnorðurs veitir lán til fyritøkur í sambandi vid til dømis keyp av bygningum, maskinum og bátum. Grunnurin veitir ikki rakstrarfígging.
Grunnurin veitti 12 nýggj lán í 2022 til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, ið samlað var ein upphædd upp á 29 milliónir krónur.
Átta lán vórðu veitt í Føroyum fyri tilsamans 15,5 milliónir krónur, meðan fýra fyritøkur í Grønlandi fingu lán fyri eina upphædd upp á tilsamans 13,5 milliónir krónur.
Lánini hjá Menningargrunni Útnorðurs eru býtt soleiðis millum vinnugreinar:
- Hotel og ferðavinna 35 prosent
- Handverk og smáídnaður 39 prosent
- Fiskiídnaður og aling 8 prosent
- Flutningur 10 prosent
- Aðrar vinnur 8 prosent
Virksemið hjá Menningargrunni Útnorðurs – Vestnordenfonden – er at lána pengar út til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, og harvið verða við til at menna eitt fjøltáttað og kappingarført vinnulív í útnorði.