Talgildu Føroyar fer dag saman við øðrum undir nýtt kunningarátak um snýt á netinum.
Kunningarátakið, Ferðast tryggari á netinum, er samstarv millum Føroya Tele, Nema, Føroya Banka, Betri Banka, Suðuroyar Sparikassa, Norðoya Sparikassa, TAKS og Talgildu Føroyar.
Talgildu Føroyar siga soleiði sum átakið:
– føroyskir stovnar, fjarskiftisveitarar og bankar í felags kunningarátaki ímóti snýti á netinum
Snýt á netinum er ein vaksandi trupulleiki. Mátarnir at snýta uppá gerast snildari, upphæddirnar størri og avleiðingarnar alt meira umfatandi, og tær kunnu raka okkum øll.
Við einum felags kunningarátaki varpa Talgildu Føroyar, TAKS, Nema, Føroya Tele, Føroya Banki, Betri Banki, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi nú ljós á trupulleikan. Tí vit taka tína KT-trygd í størsta álvara og gera hvønn dag okkara fyri at steðga snýti.
Men trygdin byrjar hjá tær og hjá hvørjum einstøkum av okkum. Á teldum og telefonum okkara, úti sum inni í stovunum, og tað er altavgerandi, at vit hugsa okkum um og vísa varsemi við trygdini.
Bankaránararnir eru fluttir út á netið
Í fjør var fyrsta árið, at einki bankarán var í danska ríkinum. Í staðin verða tey gjørd á netinum, har snýtararnir gera vart við seg við sms-boðum, uppringingum og teldubrøvum, har teir biðja okkum um upplýsingar, ið teir kunnu brúka til at taka pengar okkara. Øll kunnu vit soleiðis verða snýtt fyri stórar peningaupphæddir, best sum vit halda okkum vera sum tryggast.
Netbankasnýt er meira enn tvífaldað síðsta árið
Helmingurin hevur tíbetur kunnað verið steðgaður, men snýtini gerast alt snildari og frekari.
Milliónir av krónum verða lumpaðar frá fólki við øðrum netsnýti. Til dømis í sambandi við kortnýtslusvik, netbankasvik, samleikasvik, kærleikssvik, fakturasvik og fyritøkusvik.
Tað snýtið, sum hevur kostað fólki flest pengar í 2024, er íløgusnýt. Bara fyrra hálvár í ár eru danskir ríkisborgarar snýttir fyri 95 milliónir krónur á hesum øki sambært tølum hjá Finans Danmark. Í fjør taldi íløgusnýtið góðar 86 milliónir krónur yvir alt árið, og talan er tí um ein sera álvarsligan vøkstur í ár.
Trý góð ráð
Øll kunnu vera fyri talgildum sviki, og prísurin kann gerast høgur – í krónum og oyrum, men eisini á annan hátt. Her eru trý góð ráð, sum vit í felag kunnu minnast til, fyri at vera tryggari á netinum.
Lat teg ikki yvirtala
Legg hornið á. Trýst ikki á ókend leinki. Lít ikki á, at SMS-boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, sendarin sigur seg vera.
Loyniorð eru loynilig
Tað er umráðandi, at tú ikki gevur øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru privat.
Hugsa teg um og les gjølla
Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt.