Á gallaveitsluni, sum íðkaranevndin hjá Svimjisambandinum skipaði fyri seinasta vikuskiftið, vóru Lea Osberg Højsted og Líggjas Joensen bæði úr svimjifelagnum Ægir úr Klaksvík kosin til ársins svimjarar. Á myndini síggjast tey bæði, tá ið tey fingu steyp fyri hægstu AQUA-stig á føroyameistarastevnuni á stuttgeil fyrr í ár.
Ársins stjørnuskot
Eisini vóru Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Silas Dam Lindberg úr Havnar Svimjifelag kosin ársins stjørnuskot.
Aðrir heiðrar
Á gallaveitsluni vóru eisini ymsir heiðar latnir svimjarum og feløgum.
- Ársins start átti Bartal Erlingsson Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag
- Ársins endaspurt átti Líggjas Joensen úr Ægir.
- Ársins hæddarlop átti Jórun Winther úr SuSvim. Hæddarálop verður latið einum svimjara, sum á serligan hátt hevur tikið seg fram, ikki neyðugt millum tey allarskjótastu, men í seinasta árið hevur víst serliga góða og skjóta framgongd.
- Ársins comeback átti Jóni Janusarson Strøm úr Havnar Svimjifelag.
- Ársins svimjifelag er Suðuroyar Svimjifelag
Myndir: Svimjisamband Føroya