, ,

Leeds er tættari at niðurflyting

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Leeds er tættari at niðurflyting úr Premier League, aftaná 3-1 tapið ídag á West Ham.

Felagið flutti upp úr The Championship í 2020 og havi síðani verið í fremstu deildini.

Everton spældi ígjár 1-1 javnleik ímóti Wolves og javnaðu 9 minuttir í tíðini dómarin hevði lagt afturat. Hettar kann vísa seg at verða sera avgerðandi, tá ið tað er so tætt í botninum. Seinasta umfar verður spælt næsta vikuskifti.

Leicester ið eisini stríðist í botninum, kann lyfta seg upp úr niðurflytingarstrikuna, um teir vinna í annaðkvøld á Newcastle.

Southampton eru longu fluttir niður, tí eru tað bert Everton (33 stig), Leeds (31 stig) og Leicester (30 stig), ið kappast um yvirlivilsi í Premier League.

Dystirnir ið eftir eru at leika hjá hesum trimum feløgum eru hesi:

EvertonLeedsLeicester
Bournemouth (heima)Tottenham (heima)Newcastle (úti)
West Ham (heima)

Tveir dystir hava verið leiktir, soleiðis vóru úrslitini:

Brighton – Southampton 3-1 (2-0)

29′ Evan Ferguson 1-0

40′ Evan Ferguson 2-0

58′ Mohamed Elyounoussi 2-1

69′ Pascal Gross 3-1

West Ham – Leeds 3-1 (1-1)

17′ Rodrigo 0-1

31′ Declan Rice 1-1

72′ Jarrod Bowen 2-1

90+4′ Manuel Lanzini 3-1

Í løtuni spæla teir nýggju meistarnir Manchester City og Chelsea á Etihad Stadium. Støðan er 1-0, málið skoraði Julian Alvarez, tá ið 12 minuttir vóru farnir.