Tann hollendski íløgugrunnurin Triodos Food Transition Europe Fund keypir seg inn sum minniluta partaeigara í Ocean Rainforest í nýggjari kapitalhækking fyri taraalaran.
“Íløgan er liður í endamálinum hjá Triodos um náttúrugrundaðar loysnir,” varð sagt í almennari fráboðan. Tann samlaða kapitalhækkingin Ocean Rainforest hevur gjørt í hesum umfarinum liggur um “góðar 18 milliónir krónur við luttøku frá núverandi partaeigarum og nýggjum íleggjarum,” upplýsti felagið.
“Ocean Rainforest byggir á tríggjar súlur sum hóska til okkara íløguvirksemi,” varð Adam Kybird, fíggjarleiðari í Triodos Food Transition Europe Fund, endurgivin fyri at siga.
“Í mun til umhvørvið, so fer taraaling í størri skala at vaksa munandi um lívfrøðiliga margfeldið og minka munandi um súrganina í sjónum,” legði fíggjarleiðarin afturat.
“Gróðurevni framleitt úr tara og djórafóður eru eisini týðandi partar av umskiftinum til burðardyggan landbúnað. Fyri vanliga brúkaran eru vørur framleiddar úr tara heilsubetri, bæði tá talan er um mat, kosttilskot og kosmetik. Ocean Rainforest skapar eisini arbeiðspláss og setir Føroyar í fremstu røð innan burðardygga taraaling.”
Ocean Rainforest varð stovnað í 2007 og fór so smátt undir aling í 2013. Aftan á áralanga gransking og royndir væntar fyritøkan at framleiða 400 tons av tara í 2024. Í fjør framleiddi taraalarin 240 tons. Ocean Rainforest virkar taran á framleiðsluvirki í Kaldbak og selir vøruna til keyparar ið brúka taran í matvørum, djórafóðri, kosmetikki og heilsuvørum, greiddi Ólavur Gregersen stjóri frá. Ocean Rainforest hevur 25 fólk í starvi og er í dag stórsti taraalari í Europa.
“Íløgan frá Triodos Food Transition Europe Fund er ein viðurkenning av okkara vinnuligu ætlanum í mun til burðardygga menning og framleiðslu av taraúrdráttum,” viðmerkti Ólavur Gregersen. “Við íløguni frá Triodos og øðrum fara vit at kunna økja framleiðsluna enn meira, og halda fram við okkara miðvísa arbeiði at røkka marknaðir í Europa og Norðuramerika. Við hesi menningini kunnu vit skjótari og betri røkka okkara málum um burðardygd.”
Umframt virksemið í Føroyum, alir Ocean Rainforest eisini tara út fyri Santa Barbara í Kalifornia og framleiðir vørur til amerikanska marknaðin. Aliloyvið hjá Ocean Rainforest er fyrsta granskingar- og menningarloyvi til taraaling latið nakrari fyritøku í amerikanskum samveldishavøki. Fyritøkan hevur nýliga søkt um loyvi til at reka vinnuliga taraaling í sunnara parti av Kalifornia. Fær fyritøkan hetta loyvið, kann Ocean Rainforest vaksa um sítt virksemi og gerast millum størstu taraalarar í USA, segði felagið í sínum skrivi.