Um góðar tríggjar mánaðar skal føroyska skal manslandsliðið í fótbólti á vøllin aftur. Skráin fyri undankappingina til HM 2026 er nú klár, og Føroyar spæla fyrsta dystin á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars 2025.
Eftir lutakastið, sum var í Zürich í Sveis á middegi fríggjadagin, komu Føroyar í bólk L, saman við Fraklandi ella Kroatia, Kekkia, Montenegro og Gibraltar.
Føroyar byrja kappingina á útivølli móti Kekkia leygardagin 22. mars klokkan 19.45, meðan síðsti dysturin verður á útivølli fríggjadagin 14. november móti annaðhvørt Fraklandi ella Kroatia.
Aftur at undankappingardystunum, skal manslandsliðið eisini spæla tveir venjingardystir í komandi ár, sum verða í juni og novembur.
Leikskráin
22. mars: Kekkia – Føroyar kl. 19.45
25. mars: Montenegro – Føroyar kl. 19.45
9. juni: Føroyar – Gibraltar kl. 19.45
5. septembur: Føroyar – Frakland/Kroatia kl. 19.45
8. septembur: Gibraltar – Føroyar kl. 19.45
9. oktobur: Føroyar – Montenegro kl. 19.45
12. oktobur: Føroyar – Kekkia kl. 17.00
14. novembur: Frakland/Kroatia – Føroyar kl. 19.45
Hvørt tað verður Frakland ella Kroatia, ið verður í bólki L, verður avgjørt við tveimum UEFA Nations League play-off dystum, sum eru 20. og 23. mars. Taparin verður í bólki L, meðan vinnarin endar í bólki D, saman Ukraini, Íslandi og Aserbadjan.