Hin 30. juni í ár fer Jütta Olsen frá sum leiðari á Blákrossheiminum. Í hennara stað kemur Leivur á Lakjuni.
– Tað er trupult, at seta orð á, hvat Blákrossheimið hevur merkt fyri meg, øll hesi árini, eg havi arbeitt her,” sigur Jütta Olsen.
– Hetta hevur verið eitt sera gott arbeiðspláss, og Blái krossur Føroyar hevur verið ein góður felagsskapur at arbeiða í. Tað hevur verið spennandi at verið partur av tí menning, sum bæði Blákrossheimið og Blái kross Føroya eru farin ígjøgnum.
Jütta Olsen hevur arbeitt á Blákrossheiminum í 16 ár. Hon byrjaði í 2007 og arbeiddi sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur inntil hon í 2018 varð sett í fyribilsstarv sum leiðari, eftir at Olga Magnussen legði frá sær. Í 2019 varð hon sett í fast starv sum leiðari á Blákrossheiminum.
– Eg komi at sakna bæði starvsfelagar og viðskiftafólk, sigur hon.
– Tað, sum ger, at Blákrossheimið kann virka eru dugnalig starvsfólk. Vit hava eina væl etableraða viðgerð og eg kenni, at arbeiði hvílur í eini góðari legu og at arbeiðið fer at verða borið frameftir.
– Eg vil fegin takka fyri góða samstarvið við starvsfólkini, bæði á Blákrossheiminum og í Bláa krossi Føroya, og ynski eg Leivi bestu eydnu í starvinum, sigur Jütta Olsen.
Nevndin fyri Blákrossheimið hevur fyribils sett Leiv á Lakjuni, sálarviðgera, sum leiðara á Blákrossheiminum.
– Eg eri spentur. Hetta eru stórir skógvar at fylla, og eg taki við hesum starvinum við eyðmýkt. Eg havi arbeitt saman við Jüttu í 11 ár, og fari eg at sakna hana, sigur Leivur á Lakjuni.
Leivur á Lakjuni varð settur sum sálarviðgeri á Blákrossheiminum í 2012. Hann virkar eisini sum fakligur ráðgevi.
– Tá eg byrjaði í mínum starvi á Blákrossheiminum setti eg mær fyri, at virða vísdómin, sum frammanundan búði í húsinum. Blákrossheimið byggir á eitt gott virðisgrundarlag, sum sigur, at øll menniskju eru skapt í mynd Guds og hava eitt treytaleyst virði. Blákrossheimið er eitt heim, har vit møta fólkum, har tey eru. Vit hava hjarta við og vit eru professionell, greiður hann frá.
Leiðarastarvið verður ikki lýst leyst fyrrenn fyrsta kvartal í 2024. Nevndin ynskir at brúka tíð at viðgera framtíðar møguleikar hjá Blákrossheiminum, herundir hvønn profil, ein komandi leiðari skal hava.
Nevndin fyri Blákrossheimið takkar Jütta Olsen hjartaliga fyri mongu árini á Blákrossheiminum, fyrst sum sjúkrarøktarfrøðingur og síðan sum leiðari.
– Hon hevur lagt lív og sál í arbeiðið og gjørt eitt megnar arbeiði, sum vit eru sera takksom fyri. Vit ynskja Jütta bestu eydnu við nýggja starvinum, hon fer í við ynski um Guds ríku signing, sigur Hjalmar Hansen, formaður í nevndini.
Í nevndini fyri Blákrossheimið sita Hjalmar Hansen, formaður, Dakko Petersen, næstformaður, og Elma Mikkelsen, skrivari.
Móttøka verður skipað fyri Jüttu Olsen á Blákrossheiminum. Dagfesting verður lýst seinni.