Tann 19. juni 1938 gjørdist Italia fyrsta tjóðin, sum vann tvær HM-finalur á rað, tá teir vunnu 4-2 á Ungarn. Tað var ein lætti fyri nógv fólk, sum trúðu, at italsku leikararnir høvdu fingið deyðshóttanir frá Benito Mussolini, um teir taptu.
Italia, sum vann undanfarnu kappingina við at vinna 2-1 á Tjekkoslovakia í Róm, hevði mannað eitt heilt annað lið í finaluni í 1938. Av teimum 11, sum byrjaðu ímóti Tjekkoslovakia, vóru tað bara áleypararnir, Giuseppe Meazza og Giovanni Ferrari, sum gingu aftur umframt venjarin, Vittorio Pozzo. Bakkurin Eraldo Monzeglio hevði spælt fyrsta dystin og var í hópinum.
Sterka verjan, sum ongantíð hevði latið meira enn eitt mál inn í undanfarnu dystunum, var høvuðsorsøkin til, at Italia aftur endaði í finaluni. Fyrst mátti Noreg lúta eftir longda leiktíð (2-1), síðani Frakland (3-1) og at enda Brazil (2-1). Sigurin á Brazil var serstakliga hugtakandi, tí italska verjan vardi fyri, at toppskjúttin í kappingini, Leônidas da Silva, sum skoraði í øllum hinum dystunum fyri Brazil, onki mál skoraði.
Í finaluni vóru 60.000 áskoðarar á Stade Olympique de Colombes í Paris og har eydnaðist tað aftur hjá italsku verjuni at halda besta málskjúttan hjá mótstøðuliðnum, Gyula Zsengellér, frá at skora. Zsengellér skoraði seks ferðir, tá Ungarn vann 6-0 á Hollendska Eysturindia (nú Indonesia), 2-0 á Sveits og 5-1 á Svøríki, men gjørdist alsamt meira ørkymlaður í finaluni. Italia legði seg á odda 3-1 í steðginum við málum frá áleyparunum Gino Colaussi (6′, 35′) og Silvio Piola (16′). Piola skoraði aftur í 82. minutti, ið staðfesti 4-2 sigurin.
Eftir dystin segði málverjin hjá Ungarn, Antal Szabo: “Tað kann væl vera, at eg lat fýra mál inn, men so bjargaði eg í minsta lagi lívið teirra.” Seinni kom tað eisini fram, at Mussolini hevði sent leikarunum fjarrit, har tað stóð “Vincere o morire!” Og hóast umsetingin bókstavliga merkir “vinn ella doyggj,” so er tað ein púra vanlig italsk máliska, har man eggjar viðkomandi til heilt einfalt “at gera sítt ítasta.”