Leikaramet: Annika í heimsflokki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltur er sjálvandi eitt liðspæl. Men vit hava gjørt eina roynd at meta um avrikið hjá einstaku leikarunum í 17-17 javnleikinum hjá føroysku hondbóltskvinnunum móti Kroatia.

10 verður givið fyri fullkomið avrik
9 verður givið fyri frálíkt avrik
8 verður givið fyri sera gott avrik
7 verður givið fyri gott avrik
6 verður givið fyri ein miðal avrik
5 verður givið fyri avrik undir miðal
4 verður givið fyri minni gott avrik
3 verður givið fyri vánaligt avrik
2 verður givið sera vánaligt avrik
1 verður givið fyri óvanliga vánaligt avrik.

Annika Fríðheim Petersen (málverji) 10:
Stóð sín lívsdyst, og tók alt, sum takast skuldi.

Jana Mittún 9:
Er ótroyttilig og var aftur í dag drívmegin í føroyska álopinum

Rakul Wardum (málverji) 8:
Kom í málið til trý brotskøst. Tók tað sera týðandi brotskastið seint í dystinum.

Pernille Brandenborg 8:
Bardist ótroyttiliga í miðverjuni og á strikuni,

Brynja Høj 8:
Bardist ótroyttiliga í verjuni,

Súna Krossteig Hansen 8:
Var ótroyttilig í áhaldandi kvika spælinum saman við Mariu og Janu.

Maria Pálsdóttir Nólsoy 8:
Var ótroyttilig í áhaldandi kvika spælinum saman við Súnu og Janu. Vann tvey brotskøst.

Turið Arge Samuelsen 8:
Í dag eydnaðist hjá Turið á vinstra veingi, og hennara partur lá heldur ikki eftir í verjuni.

Bjarta Osberg Johansen 7:
Var ikki so nógv á vøllinum, men gjørdi sítt í verju og álopi

Elsa Egholm 7:
Eisini ein brandur í verjuni, og var óheppin at raka eitt skot á stongina.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 7:
Drúgv í verjupartinum, og eftir at hava brent tvey skot, valdu hon skilagott nakrar ferðir ikki at skjóta.

Marita Mortensen 5:
Var inni eina lítla løtu. Brendi eitt langskot.

Brynhild Pálsdóttir 4:
Hevði ikki eydnuna við sær av høgra veingi í dag

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4:
Brendi 3 av 5 brotskøstum.

Lív Bentsdóttir Zachariassen (komi ikki á vøllin):

Bjørk Franksdóttir Joensen (kom ikki á vøllin):