Leikaramet: Rakul kom inn og vendi dystargongdini

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hondbóltur er sjálvandi eitt liðspæl. Men vit hava gjørt eina roynd at meta um avrikið hjá einstaku leikarunum í 28-25 ósigrinum hjá føroysku hondbóltskvinnunum móti Sveis.

10 verður givið fyri fullkomið avrik
9 verður givið fyri frálíkt avrik
8 verður givið fyri sera gott avrik
7 verður givið fyri gott avrik
6 verður givið fyri ein miðal avrik
5 verður givið fyri avrik undir miðal
4 verður givið fyri minni gott avrik
3 verður givið fyri vánaligt avrik
2 verður givið sera vánaligt avrik
1 verður givið fyri óvanliga vánaligt avrik.

Rakul Wardum (málverji) 9:
Kom inn og vendi dystargongdini við fleir framúr góðum bjargingum.

Jana Mittún 8:
Einki riggði í álopini hjá henni í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki setti hon ferð á og gekk undan í kvika føroysk álopsspælinum.

Pernille Brandenborg 8:
Vísti seg veruliga sum ein fongur fyri liðið í dag. Stinn í verjupartinum og megnaði at halda høvdið kalt, tá ið harðast leikaði á.

Annika Fríðheim Petersen (málverji) 7:
Stóð væl allan fyrra hálvleik, og var við at halda Føroyum inni í dystinum.

Brynja Høj 6:
Spældi mest í verjuni, og spældi eins og hinar væl í verjupartinum.

Súna Krossteig Hansen 6:
Hóast hon bara skoraði eitt mál, so var hon týðandi partur av kvika spælinum í seinna hálvleiki

Maria Pálsdóttir Nólsoy 6:
Tað sama sum Súna. Skoraði eitt mál, men var hon týðandi partur av kvika spælinum í seinna hálvleiki. Átti at fingið eitt brotskast afturat.

Bjarta Osberg Johansen 6:
Vardi væl, hóast hon fekk tvær útvísingar. Skoraði eitt mál.

Elsa Egholm 6:
Vardi eins og hinar væl og skoraði upp á einasta møguleikan

Turið Arge Samuelsen 5:
Skoraði tvey, men brendi eisini okkurt skot og gjørdi yvirtraðk.

Lukka Arge 5:
Brendi 1 og skoraði 2 brotskøst

Brynhild Pálsdóttir 5:
Brendi fleiri ferðir av høgra veingi, men skoraði, tá ið tað veruliga var spennandi.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5:
Skoraði eitt mál, men brendi fleiri ferðir. Vardi væl

Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5:
Spældi eina løtu á vinstra veingi. Skoraði eitt og brendi eitt skot og fekk eina útvísing

Rannvá Olsen (kom ikki inn):

Marita Mortensen (kom ikki inn):