FC Suðuroy boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Eliasi Adimu Champang úr Gana.
Hann er 22 ára gamal og kemur úr Real Tamale United í Ghana.
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fáa útlendskan styrk á álopsplássunum – og nú er leikarin komin uppá pláss. Nýggi maðurin er komin til FC Suðuroy ígjøgnum eitt samstarv, ið byrjaði fyri trimum árum síðan.
Eliasu hevur vant við í eina viku við FC Suðuroy og væntast klárur til kappingarbyrjan komandi vikuskiftið.