Leita eftir hølum til apotek í Vágum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Heilsumálaráðið hevur tikið avgerð um at lata eitt apotek upp í Vágum.

Í hesum sambandi skipa Apoteksverkið og Landsverk fyri einum útboði, har lýst verður eftir møguligum leigumáli til apotekseindina í Vágoynni.

Apotekini hjá Apoteksverkinum hava til uppgávu at flyta inn, flýggja út, upplýsa um og hava á goymslu, heilivág til borgaran. At skipa fleiri apotekseindir betrar um atkomu og tænastustøði fyri borgarar.

Nærri kunning fæst um útboðið her: LEIGUMÁL TIL APOTEKSVERKIÐ

– Freistin er 30. apríl 2024 klokkan 14, skrivar heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum.