HB boðar í stuttum boðum í kvøld frá, at felagið og Leivur Fossdal Guttesen eru komin ásamt um at steðga samstarvinum.
Sáttmálin er uppsagdur, og Leivur Guttesen hevur frítt at finna sær annað felag.
23 ára gamli Leivur Guttesen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot á besta liðnum hjá HB undir Adolfo Sormani í fjør, og hevur eisini verið týðandi partur á liðnum hjá HB í ár. So seint sum í seinasta dysti móti 07 Vestur, skoraði Leivur eitt sera týðandi mál fyri HB við einum vøkrum fluktara.
Leivur hevur í Føroyum næstan bara spælt fyri barndómsfelagið HB. Hann spældi tó við AB í seinnu hálvu í 2020. Blaðungur royndi hann seg eisini donskum fótbólti.
HB takkar Leivi Guttesen fyri avrikini í HB og ynskir honum alt tað besta.