Lestrarstudningurin hækkar eitt vet

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Fyri gott og væl einum ári síðan eftirlýsti formaðurin í Unga Sjálstýri, Heri Danielsen, at lestrarstuðulin hjá teimum, ið taka hægri útbúgving í Føroyum, skuldi hækka upp í 5.400 krónur í lestrarstuðli um mánaðin. Núverandi stuðul hevur verið 4.605 krónur um mánaðin.

Men nú hækkar lestrarstuðulin nakað, men tó ikki eins nógv, sum formaðurin í Unga Sjálvstýri eftirlýsti í fjør.

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur nú boðað frá, at lestrarstuðulin til tey, ið lesa hægri lestur ella førleikagevandi útbúgving í Føroyum, frá tann 1. august í ár fáa 4.960 krónur í lestrarstudningi um mánaðin.

Hjá teimum, ið ganga á Miðnámskúla, fer tann hægri lestrarstuðulin úr 4.073 krónum og upp í 4.387 krónur um mánaðin, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði, meðan tann lægri studningurin fer úr 1.962 krónum upp í 2.113 krónur mánaðarliga.

Lestrarlán kann í mesta lagi vera 2.782 krónur um mánaðin, bókastudningurin verður 4.186 krónur, meðan vistarhaldsstudningurin verður 2.925 krónur.

Barnastudningurin verður mánaðarliga frá tann 1. august í ár 1.149 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár, meðan studningurin til einsamallar uppihaldarar verður 1.762 krónur um mánaðin.