Í setanarrøðu síni í dag, samanbar løgmaður politikk og talv.
Hann segði, at bæði í telving og í politikki ræður um at varðveita fólki og ikki lata mótstøðumannin fara við tí.
Í løtuni fer umheimurin avstað við parti av okkara unga fólki og høvuðsorsøkin til tess er útbúgving. Bæði tí úrvalið av útbúgvingum er størri og tí lestrarumhvørvið uttanlands dregur.
Løgmaður segði, at gongd er í at gera eitt betrei lestrarumhvørvi í Føroyum, millum annað við kampus í Havn.
Men hann vísti eisini á ein annan trupulleika;
-Ein annar leikur fyri at gerast kappingarfør snýr seg um lestrarstuðulin. Lestrarstuðulin í Føroyum er lægri enn í Danmark, men komandi summar hækka vit hann, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, á tingi í dag.