,

Leygardagin sleppa øll at síggja høllina við Tjarnir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Næsta leygardag klokkan 11.00 letur nýggja stórhøllin við Tjarnir upp. Í tí sambandinum verður stórt upplatingartiltak, har øll eru boðin til opið hús. Upplatingartiltakið er til klokka 17.00.

Á gólvinum verður nógv at síggja: Ítróttafólk úr hondbólti, fimleiki, kurvabólti, frælsum ítrótti, inniróðri, jiu-jitsu, flogbólti, darti, fótbólti og badminton fara at vísa kynstur og royna nýggja gólvið. Vitjandi sleppa eisini at royna seg – kravt er tó, at ein hevur innanduraskógvar við.

Tendrað verður fyri stóra skíggjanum undir loftinum, so hvør veit, um tú ella onkur tú kennir verður at síggja á skíggjanum. Sølubúðirnar bjóða pylsur, sodavatn og annað, og í matsøluni í Føgrulíð kunnu vitjandi njóta ein kaffimunn og eitt kakustykki.

— Vit hava glett okkum leingi, so nú fegnast vit um at kunngera hesi góðu tíðindini til alt Føroya fólk , og vit vóna at síggja nógv smíl og forvitin andlit, sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri