Søgan um Tær tríggjar Leyvurnar
Leyvurnar stava frá, at Vilhjálmur Sigrari, hertugi í Normandínum, gjørdi innrás og tók Ongland í 1066, men tað var ikki vápnamerkið hjá ráðandi kongsættini. Heindrikur 1., Geoffrey Plantagenet, greivi í Anjou, og Heindrikur 2. brúktu allir leyvuna í vápnamerkinum. Rikard Leyvuhjarta, sum stjórnaði Onglandi árini 1189-1199, var eitt fullkomið dømi um kongssinni og riddaraskap. Hann ynskti at sameina Tær tríggjar Leyvurnar sum sína almennu kongaligu ímynd og tískil gjørdist tað kongaliga innsigli hjá kongshúsinum Plantagenet og hevur verið tað síðani.
Ensku hermenninir í 12. øld bóru fløgg við trimum gull leyvum á reyðari bakgrund við sær í kríggj, meðan vápnamerkið hjá Rikardi Leyvuhjarta hevði tríggjar bláar leyvur, ið lógu steyrrættar.
Trupulleikin er bara, at sambært skjaldamerkjafrøðini í miðøldini, so vórðu leyvur, sum ganga framvið og venda høvdinum, kallaðar leopardar, tí fólk í samtíðini dugdu ikki at skyna á leyvum og leopardum. Leyvurnar reistu seg á afturbeinini og vóru meira ágangandi.
Vápnamerkið hjá enska fótbóltssambandinum frá byrjan
Tá ið enska fótbóltssambandið varð stovnað 26. oktober 1863 ynsktu teir at hava eina enska tjóðarímynd á bringuni. Fyri heimsins elsta fótbóltssamband var tað ein “máttmikil ímynd fyri enska kongin í krossfarðartíðini og nú yvirtikin av einum liði, sum skal dystast”. Ongland hevur sostatt brúkt vápnamerkið hjá Rikard Leyvuhjarta síðani allarfyrsta landsdystin ímóti Skotlandi tann 30. november 1972 (0-0).
Rósan er tjóðarblóma Onglands
Upprunaliga var ein kongakrúna ovast á vápnamerkinum, men hon varð tikin burtur í 1949, tá enska blómumerkið varð lagt afturat fyri at gera mun á bringumerkinum hjá cricket-liðnum. Tað var ein Tudor-rósa (reyð, men hvít í miðjuni), ímyndin av giftarmálinum millum greivadømini Lancashire (reytt) og Yorkshire (hvítt), sum hendi, tá Henrik VII gifti seg við Elizabeth úr York og sostatt gjørdi enda á Rósustríðnum (1455-1485). Tudorkongsættin ráddi í Onglandi frá 1485 til1603. Enska rugby-liðið hevur bert eina rósu, men fótbóltsliðið hevur tíggju; eina fyri hvønn bólkin undir FA á einari silvurplátu.
Síðani 2003 hevur Ongland havt eina stjørnu ovast á vápnamerkinum fyri at minnast HM-sigurin í 1966.