EB/Streymur hevur gjørt nýggjan sáttmála við liðformannin, Andras Ólason Olsen, fyri kappingarárið 2025. Tað boðar felagið frá.
29 ára gamli verjuskansin Andras Ólason Olsen fer undir sítt tíggjanda kappingarár á besta mansliðnum hjá EB/Streymi.
Andras Olsen fekk sínar fyrstu minuttir á Betriliðnum í 2015 og síðani 2020 hevur hann verið liðformaður. Stóri og sterki verjuleikarin hevur higartil leikt 172 dystir í Betrideildini og skorað 12 mál. Hann er stýrimaðurin í verjuni og ein brandur í luftspælinum – bæði í verju- og álopsstøðum.
Hagtølini eru frá faroesoccer.com