, ,

Liðskipari á íslendska landsliðnum við føroyskum ættarbondum

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Tá ið Ísland vitjaði á Ovara vølli í Gundadali 16. juni 1976, høvdu minst tveir íslendskir leikarar ættarbond úr øðrum londum. Annar var Atli Eðvaldsson, ið er sonur Evald Mikson, sum spældi við estlendska landsliðnum árini 1934-38, og hin var Viðar Halldórsson, sum hevur ættarbond í Funningsfirði. Viðar byrjaði inni, meðan Atli byrjaði á bonkinum. Hetta var samstundis fyrsti A-landsdystur hjá báðum.

Foreldrini hjá Viðari eru Halldór S. Halldórsson og Hanna M. Kjeld (f. 16. desember 1933). Hanna starvaðist sum lærari, búsett í Hafnarfirði. Faðir hennara var Jóhan Mathias Eldevig (fyrr Jacobsen) úr Elduvík, og móðirin var Jóhanna f. Jacobsen úr Jógvansstovu í Hvalvík. Tey búsettust í Funningsbotni, men bæði doyðu undir seinna heimsbardaga.

Viðar Halldórsson var føddur 23. mai 1953 í Hafnarfirði. Viðar var verjuleikari og spældi við besta hjá liðnum hjá FH árini 1970-87. Tvær ferðir eydnaðist honum at vera við til at vinna næstbestu deildina í Íslandi (1974 og 1984). Í 1990 varð hann valdur í nevndina hjá FH og í 2008 varð hann valdur til formann í felagnum. Viðar var spældi eisini hondbólt við Stjarnan.

Fyrsti landsdysturin hjá Viðari var áðurnevndi landsdystur ímóti Føroyum, men dysturin var óalmennur, tí Føroyar fekk ikki limaskap fyrr enn 12 ár seinni í 1988. Viðar umboðaði Ísland í undankappingini til HM 1978 og 1982 umframt EM 1984, har hann 6 ferðir var liðskipari. Seinasta landsdysturin var 0-3 tapið fyri Írlandi 21. september 1983.

Í 1976 giftist hann eisini við Guðrún Bjarney Bjarnadóttir og tey fingu tríggjar synir: Arnar Þór Viðarsson (15. mars 1978), Davíð Þór Viðarsson (24. apríl 1984) og Bjarni Þór Viðarsson (f. 5. mars 1988). Allir tríggir gjørdust yrkisleikarar og allir spældu á íslendska A-landsliðnum: Arnar 52 landsdystir, Davíð 9 landsdystir og Bjarni 1 landsdyst. Arnar og Dávíð spældi báðir við belgiska Lokeren, meðan Bjarni spældi við Everton.

Allir synirnir hava spælt ímóti Føroyum á landsliðnum, har Davíð var við, tá Føroyar vann 2-1 í
Kórinn-høllini í Kópavogi 22. mars 2009.

Í 2016 vóru 32-ára gamli Davíð og 28-ára gamli Bjarni liðfelagar hjá Sonna Ragnar Nattestad í FH úr Hafnarfirði, men tá høvdu teir ikki føroyskt pass og kundi tískil ikki koma upp á tal til føroyska landsliðið.