Liðskiparin hjá AB: – Hetta er bara heilt fantastiskt
31.10.2026Aftaná 1-0 sigurin á 07 Vestur og tryggjaði plássið í Meistaradeildini hjá monnum fekk Trygvi Absalonsen orðið á liðskiparan hjá AB, Bjarka Nielsen, ið staðfestir, at tað er bara heilt fantastiskt at bjarga plássinum frammanfyri einari stórari og trúgvari áskoðarafjøld. Bjarki viðgongur tó, at seinna hálvan av kappingarárinum hevur verið tung, men nú bjargingin er í hús er alt tað tunga stríðið gloymt, og nú verður veitsla í AB-húsinum.