

Liðskiparin: Vit kempaðu til tað síðsta
14.11.2025Hoyr samrøðuna Rúni á Reynatrøð gjørdi við liðskiparan, Viljorm Davidsen aftaná 1-3 ósigurin fyri Kroatia í Rijeka, ið merkir, at Føroyar endaðu á 12 stigum fyri átta dystir. Liðskiparin staðfestir stóra og góða mótstøðu í kvøld, men Føroyar stríddust til tað síðsta, og samanumtikið hevur talan verið um eina væleydnaða HM-undankapping. Mynd: Sverri Egholm.
















