Heimsmeistarastevnan í svimjing á stuttgeil 2024 var í Budapest í Ungarn í farnu viku. Føroyskir svimjarar svumu hvønn av teimum seks døgunum. Men tíverri var føroyska luttøkan ávirkað av, at ein svimjari, Isak D. Brisenfeldt, varð sjúkur. Tað hevði við sær, at Føroyar als ikki svumu liðsvimjingi.
Líggjas Joensen úr Ægir megnaði at svimja seg til eitt 32. pláss í 800 metra frísvimjing, sum kvalifiserar hann til næsta stig hjá Úrvali, sum er stuðulsskipan til ítróttafólk á hæsta stigi.
Harvið hevur føroysk svimjing tveir svimjarar, sum eru á næsta stigi hjá Úrvali. Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag svam seg á hetta stig í EM á langgeil í mai.
Føroysku úrslitini vóru:
- Elisabeth Erlendsdóttir: Nr. 45 av 63 í 100 rygg við 1:02.60
- Lea Osberg Højsted: Kolldømd í 100 bringu
- Líggjas Joensen: Nr. 41 av 49 í 400 frí við 3:53.46
- Lea Osberg Højsted: Nr. 36 av 40 í 200 bringu við 2:33.31
- Líggjas Joensen: Nr. 32 av 40 í 800 frí við 8:00.75
- Elisabeth Erlendsdóttir: Nr. 33 av 42 í 200 rygg við 2:14.24
Øll úrslitini kunnu síggjast á omegatiming.com og SwimRankings.