Líggjas norðurlendskur juniormeistari í 400 metra frísviming

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinastu dagarnar hava føroyskir svimjarar svomið um norðurlendska meistaraheitið og norðurlendska juniormeistaraheitið í Vejle í Danmark.

Sunnukvøldið vann Líggjas Joensen úr Ægir gull á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.73. Hetta var fyrsta føroyska gullmerki á NM/NJM síðani 2019, og fyrsta á NJM síðani 2011.

Føroysku svimjararnir hava eisini svomið seg til fleiri onnur góð útslit. Nøkur heiðursmerki eru vunnin, og sum ikki einaferð eru nøkur nýggj føroysk met sett.


Sunnukvøldið megnaði Lea Osberg Højsted úr Ægir at svimja seg til stórt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á NJM 2024 svam seg til bronsu við úrslitinum 2:31.59. Lea átti sjálv føroyska metið á 2:33.17, frá FM á stuttgeil í novembur.


Sunnukvøldið svam ein føroyskt stafett seg eisini til eitt heiðursmerki, og tað hendir ikki so ofta. Teir fýra Bartal Ejdesgaard, Heini M. Askham, Isak D. Brisenfeldt og Líggjas Joensen megnaðu at svimja seg til bronsu og risastórt føroyskt landsliðsmet í 4 ferðir 200 metra frísvimjing fyri menn, tá ið teir í finaluni svumu seg til samlaða úrslitið 7:22.67.

Teir fýra svumu við hesum tíðum; Bartal E. Eidesgaard 1:51.02, Heini M. Askham 1:53.45, Isak D. Brisenfeldt 1:50.23 og Líggjas Joensen 1:47.97.

Føroyska landsliðsmetið var 7:38.64 á, so nýggja metið er 15,97 sekund betri enn tað gamla.


Mánakvøldið svam Lea Osberg Højsted úr Ægir seg til flott føroyskt met í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni svam seg til úrslitið 1:10.07.


Mánakvøldið vann Isak D. Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag norðurlendskt gull fyri vaksin og setti stórt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á NM/NJM svam seg til úrslitið 1:59.39.


Mánakvøldið svam Líggjas Joensen úr Ægir seg til silvurheiðursmerki í 1500 frí á NJM 2024 við tíðini15:20.28.


Myndir: Gunnvá Thomsen / Svimjisamband Føroya

Seinasti dagur á Norðurlendsku Meistarastevnuni og Norðurlendsku Juniormeistarastevnuni er í dag.

Hesir svimjarar eru í Vejle og svimja um norðurlendsku meistaraheitini:

Til NJM 2024

  • Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS)
  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
  • Fróði Hansen (2008, FS)
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir)
  • Silas Dam Lindberg (2008, HS)

Til NM 2024

  • Alisa Bech Vestergård (2003, SuSvim)
  • Ari Rasmussen Weihe (2005, HS)
  • Áki Eliassen (2006, HS)
  • Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003, HS)
  • Heini Mohr Askham (2006, Ægir)
  • Isak Dag Brisenfeldt (2006, HS)
  • Jón Hofgaard (1992, SuSvim)

Við teimum eru landsliðsvenjarar Rúna Jakobsen og Kristian Martin Joensen, og ferðaleiðari Gunnvá Thomsen.