Linfield FC-Víkingur – Beinleiðis á FM1 frá klokkan 19.40

Skrivað

Heri Simonsen

Dagfesting

Frásøgumaðurin, Rúni á Reynatrøð og viðmerkjarin, John Lervig siga frá seinna dystinum í triðja undanumfarinum í Conference League á Windsor Park leikvøllinum í Belfast millum Linfield FC og Vìking. Víking vann fyrra dystin 2-1. Samlaði vinnarin møtir Shelbourne úr írska lýðveldinum í tveimum Play Off dystum um rættin at kappast í deildarspælinum. Dysturin byrjar klokkan 19.45, og sendingin byrjar klokkan 19.40. Kaj Dam verður heimildarmaður til dystin Neman Grodno-KÍ í Szeged í Ungarn. Tann dysturin byrjar klokkan 19. KÍ vann fyrra dystin 2-0. Samlaði vinnarin møtir spanska liðnum, Rayo Vallecano í tveimum Play Off dystum um rættin at kappast í deildarspælinum.