Línuflotin kann tryggjast betur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Trygdin umborð á føroysku línuskipunum er sum heild nøktandi, men ábøtur eru neyðugar. Tað skrivar Sjóvinnustýrið.

Sjóvinnustýrið hevur kannað tólv línuskip í bólki 3. Tey eru Klakkur, Polarstjørnan, Núpur, Pison, Kambur, Stapin, Sandshavið, Mars, Jógvan I, Vesturhavið, Eivind og Jákup B.

Eftirlitini hava millum annað fevnt um atkomuviðurskifti, arbeiðsviðurskifti, bjargingarútgerð, vatntættleika, sløkkiútgerð, skrásetingar, vaktarhald, sertifikat, dragilúkur, happing, skelti og hvílitíð.

Í frágreiðingini Átak 2024 – Línuskipini stendur, at nøkur álvarslig viðurskifti krevja ábót, serliga tá ið tað ræður um upplæring, viðlíkahald og skjalfestan.

Sjóvinnustýrið heitir á allar partar um at gera sítt. Trygdin skal tryggjast við venjing, upplýsing og greiðum ábyrgdarøki millum manning, reiðarí og myndugleikar.