Lis Samuelsen er sett sum virkandi sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjald í juni og juli, skrivar fólkirkjan.fo.
Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna, og biskupur hevur sett hana í tíðaravmarkaða kallið.
Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur.
Lis Samuelsen hevur seinastu tíðina eisini avloyst sum prestur í fólkakirkjuni, m.a. í Norðstreymoyar prestagjaldi í februar, mars og apríl.