Árið 2024 var eitt gott ár fyri Tryggingarfelagið LÍV, sum hevði hægstu inngjøld til eftirlønir og tryggingar nakrantíð, heili 453 milliónir krónur, sum er ein vøkstur á 9,2 prosent samanborið við 2023.
Felagið fegnast eisini um, at kundar við miðal váða hjá LÍV fingu betri avkast enn samsvarandi kundar í donskum eftirlønarfeløgum.
Góð gongd í kundatilgongd og inngjøldum hevur gjørt tað møguligt at lækka umsitingarkostnaðin hjá kundum við marknaðarrentu, sum frá 1. januar 2025 er minkað úr 3 prosent niður í 2,5 prosent.
– Samhaldsfesti við, at fleiri herðar bera byrðuna, skal koma kundunum, sum eiga felagið, til góðar, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV.
Á aðalfundinum 30. apríl 2025 varð Árni Ellefsen valdur til nevndarformann eftir Høgna Olsen, sum felagið takkar fyri sín stóra innsats seinastu átta árini.