,

Liva av at skera stál fyri byggi­vinn­una

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Líka so ósjónligur partur sum jarn og stál ofta er í betong- og timburbygningum, líka so umfatandi og týðandi er metallið kortini fyri so at siga allar byggiverkætlanir á okkara leiðum.

Ein leiðandi tænastuveitari í Føroyum á hesum øki – ið heldur ikki hevur verið serliga sjónligur í tí almenna rúminum – er HP Jarn. Fyritøkan, við sæti í Hvalvík, hevur lagt seg miðvíst eftir at bjóða byggivinnuni armeringar og tilhoyri, forskallingar, profiljarn, og tilgerð av stáli. Síðst nevnda er, kanska ikki so óvæntað, í alsamt vaksandi mun stýrt av framkomnari teldutøkni.

Tær stóru verkætlanirnar við undirsjóvartunlum og øðrum vegatunlum hava fylt nógv í virkmseminum hjá HP Jarn inntil fyri kortum. Kortini er framvegis so mikið av størri byggjaríum at fyritøkan framvegis hevur úr at gera, sigur Jakku Guttesen, stjóri.

Samstundis eru ábendingar um at sethúsabyggingin er minkað nakað í seinastuni.

“Vit veita so at siga alt til stoyping uttan betong,” segði Jakku Guttesen við FM1.

“Okkara kundar eru fyrst og fremst fyritøkur innan byggivinnuna og ídnaðin, og talið á teimum fyritøkunum er rættiliga avmarkað. Fólk í vinnuni kenna okkum so vit hava ikki lagt í at síggjast so nógv í miðlunum. Men her hevur verið javnt nógv at gera í nøkur ár, og er tað framvegis. Vit leveraðu nógv í sambandi við fleiri av tunlabyggjaríunum, har ímillum Eysturoyartunnilin og Sandoyar­tunnilin. Beint nú er ikki so nógv tunlabygging í Føroyum men fleiri onnur størri byggjarí eru, og har eru vit ofta uppií sum veitari til byggifyritøkur.”

HP Jarn hevur í nærum 20 ár lagt seg eftir at selja jarn til vinnuna. Frá stovnan, í 1983, var virkið ein smiðja, sum seinni legði um til bilverkstað. Síðan virkið í 2016 flutti av Ljósá inn í stóra høll í Hvalvík, hevur burturav verið fokuserað á útleiging av forskallingum, sølu av profiljarni, armeringum og øðrum, og á tilgerð av stáli so sum skering og bukking.

Síðan desember 2022 eigur Gunnar Justinussen fyritøkuna.

“Tað mest vanliga er at kundin kemur við einari tekning sum vísir akkurát hvussu stálið skal skerast ella bukkast,” greiddi Jakku Guttesen frá.

“Vit importera so CAD fíluna beinleiðis inn í til dømis plasmaskeraran. Hetta er ein tøkni sum er púra neyv og gevur fullkomiliga slættar og snotiligar kantar allan vegin. So hetta verður brúkt meira og meira.”