Fleiri dystir í ensku Premier League vóru um vikuskiftið, og úrslitini vóru ikki heilt, sum tey plaga, tí heilt nógv feløg í oddinum taptu. Tað gjørdi Liverpool sær gagn av, og fór upp á fyrsta plássið í deildini.
Leygardagin tapti fyrst Arsenal, sum var nummar trý, móti Newcastle. Svenski áleyparin Alexander Isak skoraði málið í fyrra hálvleiki.
Síðan vóru oddaliðini bæði Manchester City og Liverpool aftanfyri nakað væl úti í seinna hálvleiki. Manchester City var aftanfyri 2-0 móti Bournemouth, og hóast verjuleikari Josko Gvardiol minkaði til 2-1, so megnaði City ikki at venda gongdini.
Liverpool kláraði tó at venda sínum dysti móti Brighton, sum kom fram um tíðliga í fyrra hálvleiki. Brighton hevði eisini góðar møguleikar at økja. Men við tveimum málum innanfyri 3 minuttir, tá ið tjúgu minuttir manglaðu, vendi Liverpool dystinum. Cody Gakpo og Mohamed Salah skoraðu málini.
Sunnudagurin byrjaði við, at Aston Villa, sum var nummar 4 áðrenn vikuskiftið tapti heili 4-1 móti Tottenham. Dominic Solanke skoraði tvye fyri Tottenham og Brennan Johnson og James Maddison hvør sítt. Morgan Rogers legði annars Aston Villa fram um í fyrra hálvleiki.
At enda megnaði nummar fimm í Premier League, Chelsea, heldur ikki at vinna í seinna dystinum sunnudagin. Teir spældu javnt móti Manchester United, sum hevði fyribils venjaran Ruud van Nistelrooy á beinkinum. Bruno Fernandes legði United fram um við brotssparki mitt í seinna hálvleiki, men fýra minuttir seinni javnaði Moises Caicedo til úrslitið 1-1.
Harvið var tað bara Liverpool í topp-5, sum vann um vikuskiftið. Tað gjørdi ársins mest óvæntaða lið, Nottingham Forrest, sær gang av. Teir bukaðu West Ham 3-0, og eru nú nummar trý.
Úrslit í Premier League
Leygardag
Bournemouth – Manchester City 2 – 1
Ipswich – Leicester 1 – 1
Liverpool – Brighton 2 – 1
Nottingham Forest – West Ham 3 – 0
Southampton – Everton 1 – 0
Wolverhampton – Crystal Palace 2 – 2
Sunnudag
Tottenham – Aston Villa 4 – 1
Manchester United – Chelsea 1 – 1
Mánakvøldið
Klokkan 20.00: Fulham – Brentford
Stigatalva Premier League 2024/2025
Dystir | Mál | Stig | ||
1 | Liverpool | 10 | 19 – 6 | 25 |
2 | Manchester City | 10 | 21 – 11 | 23 |
3 | Nottingham Forest | 10 | 14 – 7 | 19 |
4 | Chelsea | 10 | 20 – 12 | 18 |
5 | Arsenal | 10 | 17 – 11 | 18 |
6 | Aston Villa | 10 | 17 – 15 | 18 |
7 | Tottenham | 10 | 22 – 11 | 16 |
8 | Brighton | 10 | 17 – 14 | 16 |
9 | Bournemouth | 10 | 13 – 12 | 15 |
10 | Newcastle | 10 | 10 – 10 | 15 |
11 | Brentford | 9 | 18 – 18 | 13 |
12 | Fulham | 9 | 12 – 12 | 12 |
13 | Manchester United | 10 | 9 – 12 | 12 |
14 | West Ham | 10 | 13 – 19 | 11 |
15 | Leicester | 10 | 14 – 18 | 10 |
16 | Everton | 10 | 10 – 17 | 9 |
17 | Crystal Palace | 10 | 8 – 13 | 7 |
18 | Ipswich | 10 | 10 – 21 | 5 |
19 | Southampton | 10 | 7 – 19 | 4 |
20 | Wolverhampton | 10 | 14 – 27 | 3 |