Fótbóltsfelagið Liverpool pensjónerar nú troyggju nummar 20 til heiðurs fyri Diogo Jota
Avgerðin er tikin eftir ferðsluvanlukkuna í Spania, tá ið Jota og beiggi hansara, André, lótu lív. Konan Rute og familjan hava verið við í avgerðini.
Diogo Jota verður tann seinasti, sum bar hetta nummarið.
– Við at pensjónera hetta troyggunummarið gera vit tað ævigt og soleiðis ógloymandi, sigur Michael Edwards, fótbóltsstjóri.
Jota kom til Liverpool í 2020, vann meistaraheitið nummar 20 og bar hetta nummarið við stíli og kærleika, sigur Michael Edwards.
Liverpool minnist Diogo Jota við orðunum:
– Diogo Jota. Okkara drongur úr Portugal. Altíð okkara nummar 20.
Í gjár møttust spælarar og hjálparfólk hjá Liverpool og familjan hjá Jota og André uttanfyri minnismerkið á Anfield til heiðurs fyri teir báðar beiggjarnar.