Liverpool hevur tryggjað sær stjørnuskotið Florian Wirtz fyri søguliga høgan prís. 22 ára gamli týski miðvallarin, sum hevur spælt 197 dystir fyri Bayer Leverkusen, hevur skrivað undir fimm ára sáttmála við ensku meistararnar.
– Eg eri sera glaður og stoltur. Endiliga er alt komið upp á pláss, segði Wirtz í sambandi við at sáttmálin var undirskrivaður.
Miðlar vilja verið við, at samlað fer Florian Wirtz at kosta Liverpool 116 millionir pund. Tað er umleið 1 milliard í okkara pengum, og tað ger hann til dýrasta keypið í enskum fótbólti nakrantíð.
Florian Wirtz gjørdi vart við seg við 10 málum og 13 uppleggum farna kappingarár, og var eisini ein lyklaleikari hjá Leverkusen, sum nærum fór ósigrað ígjøgnum kappingarárið 2023/2024 og vann týskum greipuna.
Liverpool hevur eisini tryggjað sær høgra bakkin, Jeremie Frimpong, úr Leverkusen, meðan venjarin hjá Leverkusen, Xabi Alonso, er farin til Real Madrid.