

Ljóðbrot: – Galdandi fosturtøkulóg er um at fara um pensiónsaldur
16.06.2023Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, fer nú undir arbeiðið at dagføra føroysku fosturtøkulógina. Verandi lóggáva er ov ótíðarhóskandi, og tað lekur millum hvussu lógin sær út, og hvat verður praktisera, heldur landsstýrismaðurin. – Vit hava ein sterkan illgruna um, at tað er eitt ávíst støði av tilvild og lógloysi, sum valdar í løtuni, sigur Bjarni Kárason Petersen. Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra samrøðuna, sum FM1 hevði við landsstýrismannin á middegi.
